Føroyskir íleggjarar eru komnir so dyggiliga niður á jørðina aftur, eftir at hava sveima rættiliga høgt í 2007 og fyrstu mánaðirnar av 2008. Frá á leið 2000 til í 2007 tyktist tað sum at partabræva-kursirnir bara hækkaðu og hækkaðu, men so hvørt sum amerikanska bústaðarkreppan bleiv til eina amerikanska fíggjarkreppu, sum síðani til eina altjóða fíggjarkreppu, broyttist marknaðurin. Partabrævakursir um allan heim fullu, og tá serfrøðingar vóru lidnir við at tosa um, at nú høvdu kursirnir rakt botnin, fullu teir bara enn meira. Árið 2008 var ein marra alt sum tað var, tá tað snýr seg um íløgur í partabrøv; tað eru flest øll samd um. Ein av teimum er Sverri Justinussen, leiðari fyri Eik Makets hjá Eik Banka.
- Summir føroyskir íleggjarar hava gjørt tann klassiska feilin, at teir hava gjørt ov stórar íløgur í partabrøv, meðan tíðirnar hava verið góðar, og kursirnir tí hava verið rættiliga høgir, sigur Sverri Justinussen.
Hann veit tí væl, at hesar støður í nógvum førum ikki kunnu vera nógv øðrvísi, tí í ringum tíðum – tá kursirnir eru lágir – hava íleggjarar ikki so nógvar pengar til íløgur.
- Men tað er synd, at farna árið hevur kostað íleggjarum so nógv, tó at hesar royndir vónandi fara at læra teir at halda høvdið kalt eina aðruferð, leggur hann afturat.
Eisini í Føroya Banka hava tey bestan hug at gloyma partabrøvini í 2008.
- Partabrævaárið 2008 var beinleiðis til skrellispannina, men hinvegin royndust lánsbrøvini sum tað tryggara íløguaktivi, og tí fegnast kundar okkara við stórari yvirvekt í lánsbrøvum fyri, sigur Arnfinnur Gudjónsson, íløguráðgevi í Føroya Banka.”
Eingin løtt loysn
Í nógvum førum líkist handil við partabrøvum einum pyramidu-spæli. Tey sum keypa síðst, betala vinningin hjá teimum, sum keyptu fyrst. Tá tíðirnar eru góðar, og gongd er á partabrævasøluni, hækkar kursurin. Vit sóu tað serliga við tveimum føroyskum feløgum, Atlantic Petroleum og Eik Banka. Fólk stóðu í røð fyri at keypa partabrøv, tí tey hoyrdu søgurnar um onnur, sum høvdu keypt fyri ein serliga lágan kurs, og nú var kursurin tvífaldaður og gott tað.
Tey, sum vóru somikið heppin, at tey keyptu tíðliga, hava ikki mist pengar, meðan tey sum komu síðst við, kunnu missa nógvan pening, um tey eru noydd at selja við tapi. Mann skal tó hava í huga, at partabrøv, sum eru keypt fyri ein hægri kurs enn tað, sum hann er í dag, ikki kunnu sigast at hava veruligt tap, fyrr enn tey eru seld. Inntil tá, er talan um órealiserað tap, tó at partafeløg skulu gera tapið upp í roknskapi sínum (sjá grein aðrastaðni her á síðunum).
Tær royndir, sum føroyskir íleggjarar hava fingið av 2008, mugu sigast at vera, at tað finst eingin løtt loysn, og vandin fyri tapi er altíð til staðar.
Sjálvt um Sverri Justinussen hevur bestan hug at gloyma partabrævaárið 2008, so fer hetta árið tó at hava við sær, at føroyingar gerast betri partabrævaíleggjarar, metir hann.
- Økti áhugin fyri partabrøvum í Føroyum varð drivin fram av føroyskum partabrøvum, men tað er altíð vandamikið at leggja ov nógv egg í somu kurv, so um ikki annað, so hevur 2008 lært nógvar føroyingar at spjaða vágan – ikki bara á ymisk feløg, men eisini ymiskar vinnur, ymisk lond og kanska ikki minst ymisk tíðarskeið, sigur leiðarin fyri Eik Markets.
Nú er kanska løtan
Brúkar ein íleggjari allan pening sín, so er einki eftir til íløgur, um kursurin lækkar. Tí er tað altíð gott at hava eitt sindur eftir. Og júst í hesum døgum kann tað loysa seg at keypa partabrøv, metir Sverri Justinussen.
- Eg rokni ikki við, at vit hava sæð tær ringastu avleiðingar av fíggjarkreppuni enn, men marknaðurin hevur tað við at vera frammanfyri. Tískil eru kursirnir í fleiri førum lægri enn teir eiga at vera, tí íleggjarar meta, at tíðirnar fara at gerast eitt sindur verri. Tað merkir so hinvegin, at tað eigur at bera til at gera góðar íløgur nú, men ikki fyri allan peningin, tí tað er gott at hava eitt sindur at keypa fyri, um kursirnir lækka enn meira komandi hálva árið, sigur Sverri Justinussen.
Eins og nógv onnur, sum fylgja væl við búskapargongdini, metir Sverri Justinussen, at tað fer at lýsa á partabræva-himmalinum, tá helmingurin, ella gott tað, er farið av árinum.
Áhugin er framvegis stórur
Sjálvt um partabrævaárið 2008 var eitt av teimum vánaligastu í nýggjari tíð, so hava fólk ikki mist áhugan fyri partabrævahandli, sigur Arnfinn Gudjónsson, íløguráðgevi í Føroya Banka.
- Talið á handlum er í løtuni ikki so høgt, sum tað var fyri einum ári síðani, men fólk eru framvegis sera áhugað í partabrævahandli, og tey spyrja nógv til marknaðin, sigur hann.
Fíggjarkreppan og lækkandi kursir hava eisini havt tað við sær, at føroyingar hava broytt íløgumynstur.
- Tað góða við kreppuni, um mann so kann siga, er at tað er lættari hjá okkum at ráðgeva føroyingum nú, tá tað snýr seg um at spjaða vága, og gera íløgur í annað enn føroysk partabrøv, sigur Arnfinn Gudjónsson.
Fyri einum ári síðani og gott tað, vildu teir flestu einstøku føroyingar, sum júst vóru byrjaðir at handla, bara hava føroysk partabrøv. Men soleiðis er ikki longur. Í dag uppliva tey bæði í Føroya Banka og Eik Banka, at áhugin fyri útlendskum partabrøvum er vaksandi.
Tá vit tosa um feløg, ið gera íløgur í partabrøv, ella pensjónspengar ið skulu plaserast, eru serligar reglur galdandi, har tað ikki er loyvt at eiga meira enn 20% av somu partabrøvum (sama felag) í partabrævagoymsluni. Í teimum førum hevur tað tí verið neyðugt at hugt útum Føroyar.
----------
FAKTA
Kursfall á føroyskum
partabrøvum í 2008:
Eik Banki -80%
Faroe Petroleum -70%
Atlantic Petroleum -69%
Føroya Banki -30%
Atlantic Airways -26%