Jens Kári Vilhelm, stjóri
Wilhelm Petersen, nevndarformaður
Eftir at Føroya Fiskavirking seinastu 3 árini hevur verið í støðugari menning við nøktandi rakstrarúrsliti, verður mett, at tíðin er búgvin at fara undir eitt fyrsta stig at selja partabrøv I felagnum.
Nevndin í Føroya Fiskavirking hevur fingið boð um at fara undir at fyrireika hetta fyrsta umfar, har miðað verður ímóti at selja umleið 10% av partapeninginum, sum hevur eitt áljóðandi virði uppá kr. 60,0 mió.
Sum ein liður í fyrireikingunum av at selja nøkur av partabrøvunum í Føroya Fiskavirking, verður gjørt eitt upplýsingarrit, eitt sokallað prospekt, um Føroya Fiskavirking og tess virksemi og verður tilevnað eftir teimum reglum og krøvum, sum eru galdandi fyri, at eitt virki kann verða skrásett á einum virðisbrævamarknaði.
Verður sølan av teimum fyrstu partabrøvunum nøktandi, verður fari undir at selja fleiri, ikki bert í Føroya Fiskavirking, men eisini í øðrum feløgum, tá mett verður, at hesi hava nøktandi rakstrarúrslit at vísa á.
Um ikki so langa tíð er væntandi, at P/F Virðisbrævamarknaður Føroya fer undir sítt virksemi og verður hesin virðisbrævamarknaður eitt týdningarmikið amboð hjá Framtaksgrunni Føroya at selja burturav partabrævaognum sínum, til dømis í Føroya Fiskavirking.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm er kunnaður um avgerð Grunnsins.