Parma aftur eitt fótbóltsfelag

Parma bleiv í fjør tvangsniðurflutt, tí fealgið kom í fíggjarligt óføri. Nú er Parma aftur millum feløgini, sum spæla í professionellu deildunum í Italia.

 

Gula og bláa liðið, sum í 90 unum millum annað vann UEFA Cup og Cup Winner’s Cup, vann sær met nógv stig í Seriu D, sum er hægsta amatørdeildini í italskum fótbólti. Við 85 stigum fyri 35 dystir, er Parma flutt upp í Seriu C. Parma er endurstovað av pastavirkiseigaranum, Guido Barilla.

 

Parma vann heili átta steyp í Evropa og Italia í tíðarskeiðnum 1992 til 2002, men tá stórstuðulin, skinkufyritøkan Parmalat, fór á heysin i 2003 kom Parma í fíggjarligt óføri og skyldaði eitt skifti áleið hálva aðru milliard krónur.

 

Tað endaði við, at tað eftir kappingarárið 2014/2015 bleiv tvangsniðurflutt. Nú er felagið á veg aftur verður sagt úr Parma, har fyrrverandi verjuspælarin Luigi Apolloni nú er venjari.

 

Millum stóru spælararni, sum hava spælt fyri Parma á Stadio Ennio Tardini eru Gianluigi Buffon, Luca Bucci, Fabio Cannavaro, Gianfranco Zola, Adriano, Hernán Crespo, Lilian Thuram, Faustino Asprilla, Alessandro Melli, Dino Baggio, Lorenzo Minotti, Juan Sebastian Verón og Hristo Stoichkov.