Parlamentslimur til reiðar at berjast

Kira Rudik er til reiðar at skjóta og drepa fyri at verja sína familju, høvuðsstaðin og Ukraina.

 

- Eg skilji ikki, hví russar koma higar, og eg skilji ikki, hví russar halda hetta vera rættvíst, sigur Kira Rudik.

Í einum kríggi kann vera trupult at gera sær nakra heildarmynd av støðuni, og soleiðis er eisini við støðuni í Ukraina í løtuni. 

 

Reuters skrivar í kvøld, at russar eftir øllum at døma ætla at senda fleiri tyrlur og hervognar inn í Ukraina, tí satelittmyndir úr Hvítarusslandi - nær markinum til Ukraina - vísa, at her standa fleiri stórir hervognar klárir umframt 150 tyrlur. 

 

Sagt verður, at satelittmyndirnar eru tiknar í ein landnyrðing úr býnum, Chojniki í Hvítarusslandi, einar 160 kilometrar frá ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev.

 

Altjóða tíðindafólk, sum eru í Kiev, siga, at ávaringarlúðrar dúgliga hava ljóðað í høvuðsstaðnum í kvøld, og tíðindafólk siga seg bæði hava hoyrt og sæð rakettir.

 

- Úr mínum vindeyga síggi eg himmalin lýsa upp, og eg hoyri brestir frá spreingingum runt í býnum.

 

Tíðindafólk hjá norska blaðnum Verdens Gang, sum sita í bumburúmum í Kiev, siga, at tey hoyra ávaringarlúðrar í býnum, og eitt tíðindafólk hjá norska kringvarpinum, NRK, sigur soleiðis:

 

- Støðan er ógvuliga dramatisk. Vit hoyra alla tíðina brestir, antin frá rakettum ella skotum, og vit hoyra, at tað er bardagi millum tveir partar.

 

Norskir miðlar hava eisini endurgivið Kiru Rudik í dag, sum hevur lagt mynd og tekst út á Tvitter. Hon er limur í ukrainska parlamentinum.

 

Á myndini stendur hon sjálv við einari maskinbyrsu. Hon er í Kiev og telist millum tey, sum hava fingið vápn at berjast við, um tað verður neyðugt.

 

- Kvinnurnar skulu eisini verja landið á sama hátt sum menninir, skrivar hon á Tvitter.

 

Við tíðindastovuna BBC sigur Kira Rudik, at hon er til reiðar at skjóta og drepa fyri at verja sína familju, høvuðsstaðin og Ukraina.

 

- Eg skilji ikki, hví russar koma higar, og eg skilji ikki, hví russar halda hetta vera rættvíst. Tí noyðist eg at stríðast, og tað gera nógv fólk her rundan um meg í Kiev eisini, sigur hon.

 

##med2##

 

 

 

- Eg skilji ikki, hví russar koma higar, og eg skilji ikki, hví russar halda hetta vera rættvíst, sigur Kira Rudik.