Valfundurin á Eiðinum í Vági hóskvøldið var tamur, men tá eitt valevni á lista B hugleiddi um parlag við lista E, ella enntá tríkant, um listi C kom uppí leikin, rungaði látur Eftir lívliga valfundin í Hvalba fyrr í vikuni, høvdu mong óivað væntað sær ein áhugaverdan fund í VB-Húsinum hóskvøldið. Talið av lurtarum lá óivað omanfyri 400, og hóast hvør stólur var upptikin og fólk kroystu seg framvið veggunum, so máttu mong taka til takkar við standiplássi úti í gongini, har lítið og onki sást ella hoyrdist.
Fundurin gjørdist ongantíð lívligur og smíl ella látur var nærum ongantíð aktuelt. Men tá Marjun Olsen úr Sambandsflokkinum vísti á, at løgmaður hevði á fundinum í Hvalba speiskliga víst á møguligt skrásett parlag millum lista B og E, so vísti hon á, at enn er onki parlag, og onki er skrásett, men eftir valið fæst at vita, um talan verður um parlag, ella kanska tríkant, har listi C er við, ja, so rungaði láturin í salinum.
Ymisk evni komu upp at venda, so sum menning av suðurøkinum, skúlamál, vælferð, fast samband til Suðuroyar og tunnlar í Suðuroynni, vælferð, loysing og samband og fígging í hesum sambandi, kor hjá vinnu og sjómonnum, ALS, suðuroyargrunnur og vakstraravtala, heilsuverk, týdningurin av at hava sjúkrahús í oynni og kommunusamstarv.
Men kjakið hitnaði ongantíð á fundinum hóskvøldið.