Parkinsonfelagið er í døgunum 18.-20. mai vertur fyri Norðurlendskari Parkinsonráðstevnu har parkinsonfeløg úr øllum Norðanlondunum hittast. Harafturat fer Parkinsonfelagið í heyst at bjóða fólki við Parkinson, saman við avvarðandi, til eina ráðstevnu í Páls Høll.
Á Norðurlendsku ráðstevnuni í Tórshavn 18. – 20. mai fara umboð fyri Parkinsonfeløgini í Finlandi, Danmark, Svøríki, Norra, Íslandi og Føroyum at umrøða felags áhugamál og støðuna hjá fólki við Parkinson í Norðurlondum
Umboðini búgva á Hotel Hafnia, har eisini sjálv ráðstevnan verður.
Á ráðstevnuni deila feløgini royndir, og har verða framløgur um støðuna í ymisku londunum við millum annað viðgerartilboðum.
Vit bjóða eisini útlendsku gestunum at upplivað Føroyar við útferð við sluppini Norðlýsið. Ráðstevnan endar við døgurða í Kirkjubø.
Páls Høll í Vági hevur, saman við Parkinsonfelagnum, tikið stig til eina sera áhugaverda ráðstevnu í Vági seinna vikuskiftið í heystfrítíðini.
Endamálið við ráðstevnuni er at bjóða fólki við Parkinson og avvarandi venjingar, soleiðis at fólk við Parkinson kunnu klára seg betur í gerandisdegnum. Samstundis bjóða vit øllum við Parkinson ein møguleika at hugna sær saman og skifta orð um sjúkuna ella bara hugna sær saman.
Ráðstevnan fevnir um fýra dagar frá hósdag til sunnudag og er ætlað øllum við Parkinson sjúku saman við familjum teirra. Fysioterapeutur kemur at standa fyri venjingunum, sum allar eru viðkomandi fyri fólk við Parkison.
Tað er Parkinsonfelagið, sum er vertur, og øll tiltøkini eru annars skipaði av Páls Høll.
Skipað verður hvønn dag fyri venjingum, fyrilestrum og hugnaløtum og avvarðandi eru vælkomin við til allar venjingarnar, soleiðis at tey møguliga kunnu hjálpa til við venjing.
Hotel Bakkin bjóðar morgunmatar-buffet, døgurða og nátturða.
Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvussu hart ein er raktur av Parkinson sjúkuni. Tí er tað ikki eitt krav, at tey luttakandi skulu møta til øll tiltøkini. Tað ber væl til at velja og vraka úr skránni, so ein far júst tað burtur úr, sum hvør einstakur hevur tørv á.
Umframt tríggjar máltíðir pr. dag er venjing við fysioterapeuti, morgunfimleikur, venjing í fitnessmiðstøð, venjing í hyli og fyrilestrar.
Høvuðsendamálini hjá felagnum eru at upplýsa um sjúkuna, og at geva sjúklingum og teirra avvarandi høvi at koma saman til samskifti og hugna. At betra um korini hjá fólki við parkinsonsjúku. At veita stuðul til gransking. At luttaka í norðurlendskum og europeiskum samstarvi. Parkinsonfelagið er limur í MBF - Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum.