Felagið fær vitjan av Poul Winther og Hanne Koplev úr Danmark, ið bæði hava parkinsonsjúkuna. Poul Vinther er 44 ára gamal og er undangongumaður í Parkinsonfelagnum innan »ung og Parkinson« og er kendur fyrilestrarhaldari bæði í Danmark og aðrastaðni. Hartil er hann eisini »yngreudvalgsformand « í danska Parkinsonfelagnum. Sjúklingar, ið fáa staðfest Parkinsonsjúkuna verða alsamt yngri og yngri, í hesum sambandi fer hann í høvuðsheitum at greiða frá hvussu tað er at vera ungur við sjúkuni og hvørjir aktivitetir tey hava í Danmark. Hanne Koplev er 44 ára gomul og útbúgvin djóralækni. Hann fer at greiða frá um akupunktur viðgerðir til Parkinsonsjúklingar. Sjálv er Hanne akupunktør og hevur arbeitt við hesum í eini 10 ár.
Fundurin er almennur.