Parkinson ráðstevna í Páls Høll í oktober

Ráðstevnan fevnir um tríggjar dagar.

Endamálið við ráðstevnuni er at bjóða Parkinson felagnum, limum teirra og avvarðandi venjingar, soleiðis at fólk við parkinson kunnu klára seg betur í gerandisdegnum, skrivar sudurras.fo millum annað.

 

 

Ráðstevnan fevnir um tríggjar dagar, frá fríggjadegnum 13. okt. til sunnudagin 15. okt 2017, og er ætlað øllum við parkinson saman við familjum teirra.
Fysioterapeutur kemur at standa fyri venjingunum, sum allar eru viðkomandi fyri fólk við parkinson.

 

 

Øll venjingar-program verða útflýggjað, so tit kunnu hava hesi heim við. Vit koyra øll programmini ígjøgnum hvønn dag, so vit tryggja okkum, at tá tit fara til hús aftur, duga tit venjingarnar uttanat, skrivar sudurras.fo.

 

 

Avvarðandi eru vælkomin við til allar venjingarnar, soleiðis at tey møguliga kunnu hjálpa til við venjing.

 

 

Alt skal ikki snúgva seg um venjing á ráðstevnuni, tí verða ymsir fyrilestrar og hugnaløtur um kvøldarnar og Rosah kemur at vísa hjálpitól fram, sum eru viðkomandi hjá fólki við parkinson.