Nú er greitt at ítróttarparkin í Keypmannahavn skal hava nýtt navn. Ítróttarparkin í Keypmannahavn, sum varð tikin í nýtslu í 1911, hevur síðani 1990 einans verið kallað Parken.
Hvat nýggja navnið verður, er ikki greitt enn. Helst hevur nýggja navnið okkurt við Telia at gera, tí danska telefon felagið Telia gjørdi fyrr í ár stuðulsavtalu við Parkina.
Nýggja navnið verður avdúkað hósdagin, tá tíðindafundur verður.