Parkeringstunnil undir Skálatrøð

Fyri at loysa tann stóra trupulleikan við vantandi parkeringsmøguleikum í miðbýnum, kundi ein parkeringstunnil verið gjørdur.

Parkeringstunnilin skal gerast úr berginum á Skálatrøð og skal ganga 300 metrar inn í bergið, har ein uppgongd skal verða við Keypsamtøkuna í Dr. Jakobsensgøtu.

Tað kundi ført við sær 230 nýggj parkeringspláss og verið við til at bøtt um tann átrokandi trupuleikan við ov vánaligum og ov fáum parkeringsmøguleikum í miðbýnum.

Samstundis hevði hendan verkætlanin verið við til at skapt økt virksemi og á tann hátt eisini verið við til at fingið meira lív í miðbýin.

X við Kára Johansen valevni á lista C javnaðarflokkurin

##med2##