Sum Sosialurin skrivaði í gjár, so arbeiðir Tórshavnar kommuna við eini ætlan, har tað millum annað er meiningin at krevja gjald fyri parkering á parkeringsplássum í miðbýnum.
Stendur tað til Marina Katrinu Frýdal, so kemur hetta í gildi, áðrenn eitt ár er farið.
- Vit hava arbeitt konkret við hesum í eitt ár, og eg vóni, at hetta verður klárt innan eitt ár, men tú veitst, hvussu tað er við politikki. Tað kann skjótt draga út, og taka eitt sindur longri tíð, staðfestir forkvinnan í teknisku nevnd.
Hjálpir aðrastaðni
Hóast handilsfólk helst vilja, at kundin kann koyra til handilsdiskin, so heldur Marin Katrina Frýdal, at tað er eitt gott hugskot, at hava ein bilfrían miðbý.
- Aðrastaðni hava tey gjørt hesi tiltøk, og har var stór mótstøða, men tað kom ígjøgnum. Handlarnir sóu eina afturgongd fyrstu tíðina, men sum tíðin leið, gjørdist umsetningurin størri enn hann var frammanundan, sigur Marin Katrina Frýdal.
Tvey ávís pláss
Í uppskotinum til forfundin, sum verður hósdagin, eru tvey ávís parkeringspláss nevnd. Skálatrøð og tað í Mortanstovubrekku. Men sambært Marini Katrinu Frýdal er ikki ætlanin at steðga har.
- Eg dugi væl at ímynda mær, at tey flestu parkeringsplássini í miðbýnum verða umfatað av einum gjaldi, sigur forkvinnan í teknisku nevnd.
Hon staðfestir eisini, at ferðslan í býnum er ein ruðuleiki, og at ein bilfríur miðbýur hevði bøtt munandi um hetta.