Parkeringsansarar kring Vága Floghavn

Frá mikudegnum 11. november verða tað starvsfólk hjá sløkkiliðnum á Flogvøllinum, sum hava ábyrgdina av parkeringsansingini kring Vága Floghavn. Talan er um tíðaravmarkaðu parkeringina.

Umboð frá politinum og parkeringsansingini í Tórshavnar kommunu koma at leggja starvsfólkunum lag á. Tíðaravmarkaða parkeringin er galdandi alt samdøgrið.