Tekniska deild, sum er vegadeildin hjá Nes kommunu, heitir nú á fólk um at parkera við skili við Tofta skúla og at virða tey, sum skulu verða á gonguteigunum.
- Tað verður alla tíðina - og eftir førimuni - arbeitt við at fáa skipaði viðurskifti við parkering og gongubreytum, sum eru til gagns fyri okkum øll. Vit hava soleiðis lagt nógva orku og pening í at skipa økið fram við Tofta skúla. Kantsteinar eru settir upp, gongubreytin er løgd við steini, og parkering er ávíst, bæði niðan fyri og sunnan fyri skúlan.
Lagt verður aftrat, at tað tekur umleið 10-20 sekund at ganga frá parkeringsplássinum og til dyrnar.
- Men, tá summi fólk ikki virða hesar ásetingar, verður alt endamálið tileinkisgjørt, og trivnaður og tryggleiki verða hareftir. Neyvan er trupuleikin, at hesi fólkini eru so illa gongd, tí somu fólk fara í fimleikarhøllina at renna.
Tekniska deild hjá Nes kommunu heitir tí á fólk, sum parkera soleiðis, um at broyta hugburð, so trivnaður aftur verður í økinum.
?