Parkeringsøkið verður umskipað

Í næstum verður parkeringsøkið á Gomlurætt flutt vestur um omankoyringarvegin til ferjuleguna.

Soleiðis, sum In.fo skrivaði fyrr í kvøld, byrjaðu teir fyri nøkrum døgum síðan at rudda grót burtur undir berginum oman fyri bátahylin á Gomlurætt, har tunnilsmunnin til Sandoyartunnilin verður, og seinastu tíðina hava bilar hjá NCC eisini verið at sæð í Sandoynni.

 

Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, sigur, at í næstum verður parkeringsøkið á Gomlurætt eisini flutt vestur um omankoyringarvegin til ferjuleguna, soleiðis at pláss verður fyri ferðsluni til og frá arbeiðnum við tunnilsmunnan, sum verður á Gomlurætt.

 

- Í næstum fara vit eisini at arbeiða við inntakinum, sum verður í Traðardali í Sandoynni, og her skal ein brúgv gerast um ánna, eins og spreingjast og stoypast skal fyri inntakinum, sigur stjórin í P/F Eystur-og Sandoyartunlar.

 

Herfyri segði Teitur Samuelsen við Sosialin, at tunnilsarbeiðið gongur eftir ætlan. Fíggjarætlanin heldur, og pengar eru til báðar tunlarnar, legði hann bjartskygdur aftrat.