Sum ein liður í at betra um umstøðurnar og trygdina á Zarepta í Vatnsoyrum hevur leguhúsið ogna sær 5.000 fermetrar av lendi norðureftir.
Ein partur av lendinum er nú planerað, og bilarnir sum fyrr hava staðið í túninum og fram við vegnum kunnu nú parkera á økinum norðanfyri. Hetta hevur bøtt munandi um trygdina á Zarepta, eisini um tað skuldi blivið neyðugt hjá neyðsendarakførum at koyrt til og frá økinum. Zarepta inngongur sum ein týdningarmikil áhugapartur í eini tilbúgvingarætlan fyri Føroyar.
Frá mai til oktober eru um 4.500 leguluttakarar og starvsfólk í húsinum umframt annað virksemi sum er har alt árið.










