Tað verður undir ongum umstøðum góðtikið, at bótin fyri at parkera ólógligt, verður hækkað.
Tað skar Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, út í papp í Løgtinginum í gjár.
- Tað verður ikki við mær sum landsstýrismanni, at bótin fyri at parkera ólógligt, verður hækkað, legði hann afturat.
Men tað er eisini greitt, at hann fær ikki nógva mótstøðu í Løgtinginum ímóti hesi avgerðini.
Í gjár viðgjørdi Løgtingið uppskot um at broyta ferðslulógina og ein partur í hesum er at lata kommunurnar umsita parkeringsviðurskiftini.
Í hesum sambandi varð eisini nevnt, at nógv halda, at bótin fyr at parkera ólógligt, eigur at verða hækkað, tí í løtuni er bótin so lá, at tað ger ikki mun.
Men tað eru tinglimir hart ímóti. Nógvir av teimum tinglimum, sum tóku orðið staðfesti, at parkeringsviðurskiftini Í Havn eru út av lagi vánalig.
Tey, sum koma til Havnar við bili, noyðat at møta rættiliga tíðliga fyri at fáa eitt pláss, har tað ber til at lata bilin standa ein heilan dag.
Annars er neyðugt at koyra runt í ring í langa tíð at bíða eftir einum parkeringsplássi, har parkering er ímillum ein hálvan til fýra tímar.
Avleiðingin av tí er, at fólk noyðast at snýta fleiri ferðir um dagin við at flyta parkeringsskivuna, ella hava tey fingið bót, tá ið arbeiðsdagurin er liðugur.
Og tinglimir eru av teirri áskoðan, at talan kann undir ongum umstøðum vera um at hækka bótina, fyrrenn umstøðurnar eru batnaðar munandi.
Ofta verður nevnt, at ein bót á 500 krónur er hóskilig, tí tað hevði fingið fólk at hugsað seg betri um
Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, staðfestir, at endamálið við eini bót er at stýra atferðini hjá bilførarum
Men hækkar bótin upp í 500 krónur, minnir tað meiri um eitt eyka avgjald til landskassan, og tað var ikki ætlanin.
Men á tingfundinum hevði Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, hevði eitt heilt øðrvísi uppskot, sum kanska hevði verið ein gularót Tórshavnar Býráð.
Hann heldur, at fyri hvørt parkeringspláss, Tórshavnar Kommuna útvegar afturat, kann parkeringsbótin hækka eina krónu.
Tað merkir, at útvegar kommunan 100 nýggja parkeringspláss, kann bótin fyri ólóglia parkering hækka upp í 300 krónur.
- Tann stóri trupulleikin í dag, er, at í dag ber slett ikki til at parkera lógligt, sigur hann.
|










