Parkerings-app rakt av hakkaraálopi: Stolið nøvn og adressur

Parkeringstænastan EasyPark var fyrr í desember hakkað. Eisini hjá føroyingum, sum brúka appina. Nøvn og adressu eru likin úr tænastuni.

EasyPark verður brúkt við eini app: Her sæst appin á eini týskari telefon. (Arkivfoto). - Foto: Julian Stratenschulte/Ritzau Scanpix

Tann nógv brúka parkeringstænastan EasyPark varð 10. desember rakt av hakkaraálopi.

 

Tað hevur tænasta upplýst í einum telduposti til fleiri av kundum sínum.

 

Sambært EasyPark fingu hakkararnir atgongd til nøvn hjá kundum, teleonnummur, adressur og telduposadressur.

 

Partar av gjaldsupplýsingunum hjá kundunum eru eisini liknir, men ikki teir fullfíggjaðu upplýsingarnar. Hakkararnir kunnu tí ikki brúka teir til at gjalda við, upplýsir EasyPark.

 

Við danska TV 2 sigur samskiftisstjórin hjá EasyPark, Lina LIndahl, at felagið harmast um støðuna. Hon vil ikki greiða frá í smálutum, hvat er farið fram, og hvussu nógvir kundar eru raktir. Men in.fo veit, at føroyingar í Føroyum hava fingið at vita frá EasyPark, at tey eru rakt av álopinum.

 

Lina LIndahl upplýsir, at talan er um kundar í Danmark og í øðrum londum. Hon sigur víðari við TV2, at tey 14. desember hava gjørt vart við hakkaraálopið í appini og á heimasíðu felagsins.

 

/ritzau/

 

 

 

EasyPark verður brúkt við eini app: Her sæst appin á eini týskari telefon. (Arkivfoto). - Foto: Julian Stratenschulte/Ritzau Scanpix