Nógvar ætlanir eru á Vaglinum og har á leið. Peningur er eisini settur av til tillagingar á Kongabrúnni, í Tórsgøtu og í Vágsbotni.
Tað er í góðum samljóði við tað, sum varð ført fram av valevnunum til seinasta býráðsval. Spurningurin er nú, um samanhangurin er nóg góður.
Haldi meg síggja, at fylgjan av hvørjari steinpirru, sum verður flutt í løtuni, er, at fleiri parkeringspláss hvørva í býarmiðjuni.
Vit hava mist parkeringspláss í Gongugøtuni, í Vágsbotni og við Perluna. Vit fara at missa parkeringspláss millum Posthúsið og Hotel Tórshavn, í gamla Kommunuskúlagarði og kanska aðrastaðni við.
Meiri, ið verður vundið upp á snælduna, færri verða parkeringsplássini í og nærhendis miðbýnum. Tað sampakkar ikki við visjónina um at fáa lív í miðbýin.
Hugsi, at møguleikarnir fyri at sleppa at seta bilin frá sær í grannalagnum eru ein fyritreyt fyri nýggjum lívi í miðbýnum, men strika vit parkeringspláss við aðrari hondini samstundis sum vit royna at skapa lív við hinari, so verður alt sum onki.
Parkeringspláss kunna ivaleyst flytast eins og steinpirrur, men tey fara ongan veg av sær sjálvum. Mær tykir, at áðrenn alt fer upp at flákra um Ráðhústorg og annað gott í miðbýnum, má nakað álvarsligt gerast við parkeringina nú og komandi.
Neyðugt er at komið verður við realistiskum ætlanum, ið verða at fremja hond í hond við trivnaðarroyndirnar.
Øll hugskotini um broytingar og framtøk í miðbýnum eiga at verða samansjóðað og sett í somu ætlan sum framtíðar parkeringsloysnir.
Hugskotini hava verið mong. Parkeringsdekk og/ella tunnil á Skálatrøð, parkeringsdekk og/ella tunnil við Bursatanga og fleiri. Parkeringskjallarar av ymsum slag eru eisini nevndir. Men so er alt, at vísa seg, steðgað upp.
Annað hugskot er at útvega parkeringsmøguleikar við at taka pengar fyri parkeringina. Tað kann hugsast at fløva eina løtu. Men tað, sum vit síggja í dag, er, at parkeringsplássini í miðbýnum í Havn hvørva eitt fyri og annað eftir, og onki kemur í staðin.
Seinasta skotið í so máta frá býráðnum var tað snotiliga grøna parkeringsplássið í J. Paturssonargøtu. Tað hjálpti væl tá, men fáur hevði væntað, at parkeringsplássini í býarmiðjuni síðani skuldu fækka so nógv, at vit eru um at vera í somu støðu aftur, sum vit vóru áðrenn grøna parkeringsplássið.
Skula vit liva upp til ætlanina um ein livandi miðbý, mugu vit í sama andadrátti, sum vit skipa um, útvega nýggj og fleiri parkeringspláss í og við miðbýin.
Ella er býráðið sinnað at gera av, at bilar eru óynsktir í og nærhendis miðbýnum í framtíðini?
Tveir eru kostirnir….