Parkering við flogvøllin undir eftirlit

Nú skal skil koma á parkeringsviðurskiftini við flogvøllin. Í langa tíð hevur valdað fullkomið óskil á parkeringunum, men nú hava Hans Olaf Debes, leiðari í Vága Vaktarhald og Landsverkfrøðingurin skrivað undir ein sáttmála um rakstur og vaktarhald við parkeringsøkini við flogvøllin

? Hetta verður bara til tað betra, tað er púra sikkurt, sigur Hans Olaf Debes.
Í langa tíð hevur tað verið sera lítið skil á parkeringunum við flogvøllin, og serliga ringt er tað sjálvandi hesa ársins tíð, tá fólk ferðast upp á tað mesta. Men nú er ljós fyri framman.
Vága Vaktarhald og Landsverkfrøðingurin hava skrivað undir ein sáttmála, sum fer at hava við sær, at parkeringsviðurskiftini verða meiri skipað í dag, og at fólk fara at hava ein at venda sær til ella at ráðføra seg við.
? Sum er er onki fantilsi á til tíðir, og bilar verða bara settir sum best, sigur Hans Olaf. Men nú fer tað at verða so framyvir, at tað ikki ber til at langtíðar-parkera beint við terminalin. Tað fer bert at verða loyvi at parkera har í einar tveir til tríggjar tímar. Hetta skuldi so fari at lætt um óskilið beint við flogvøllin, tá fólk koma og fara.

Vaktarhald
Tá ein bilur kemur til flogvøllin, fer ein persónur at standa fyri honum og leiðbeina honum, hvar hann skal parkera. Allir bilar, sum skulu standa í eitt longri tíðarskeið, fáa ein parkeringsseðil, sum skal leggjast í forrútin. Tað merkir so, at hesin bilur alla ta tíð hann stendur við flogvøllin er undir vaktarhaldi.
? Vit skulu ikki bara skipa parkeringina, vit fara somuleiðis at halda vakt við bilunum. Tí tað eru mong, sum aftra seg við at seta bilarnar við flogvøllin, meðan tey eru burtur. Og tað skilur man væl, tí bilur er ein dýrur lutur í dag. Men hetta verður tryggari nú, tí bilurin verður undir varðhaldi 24 tímar um døgnið frá nú av, sigur Hans Olaf Debes. Og hann leggur afturat, at ætlanin eisini er, at avbygdafólk kunnu bíleggja sær parkeringspláss við flogvøllin, so at tey eru vís í at fáa eitt pláss, tá tey koma við bilinum.
Vága Vaktarhald skal fyri fyrst bert taka sær av langtíðar-parkeringini, sum fer at verða í tveimum økjum.
Í framtíðini verður heldur ikki longur loyvt at koyra inn og út í erva. Innkoyring verður bert loyvd har niðri frá við terminalin og niðan til bæði langtíðar-parkeringsøkini.
Skeltir fara at koma upp, sum vísa broytingarnar.
Hans Olaf Debes vísir somuleiðis á, at sum nú er hava bilførarar ikki ánilsi fyri, hvar tey kunnu parkera og heldur ongan at ráðføra seg við.
? Um nú ein persónur stendur har og vísir teimum á eitt parkeringsøki, so vænti eg, at vit fara at kunna fáa nógv fleiri bilar inn á langtíðar-parkeringsøkið, sigur hann og samanber hetta við at stúva bilar umborð á Sam ella Ternuna. Betur tað verður stúvað - fleiri bilar passa við. Og tað heldur hann er tað sama í hesum førinum.
Hans Olaf sigur, at skeltini eru ikki heilt klár enn, men tað verða tey í hesi vikuni, og so byrjar eftirlitið við parkeringini.
Kostnaðurin fyri at hava ein bil parkeraðan við flogvøllin fer fram yvir at vera 30 krónur um samdøgurið.