Stutt aftaná standi eg á parkeringsøkinum, tá eg síggi parkeringsvørðin geva bøtur. Eg hyggi rundan um meg á økinum fyri at vita, um nakað skelti var at síggja, sum forbjóðar parkering, men dugdi illa at síggja nakað. Men eftir rúma tíð sá eg skeltið, sum fyrsta tað fyrsta bert var eitt skelti, og tað við innkoyringina, og fyri tað næsta – og ikki minst - var tað fjalt aftanfyri eitt annað skelti, og tað var ringt hjá einum stórum parti av bilførunum at síggja skeltið.?Eg fór beina leið yvir til parkeringsvørðin og bað hann gevast við at sea bøtur, tí hetta var ei nfella, sum myndugleikarnir høvdu gjørt. Hann svaraði, at tað var ikki hansara uppgáva.?Nú legðist meira til av fólki, og øll komu til somu niðurstøðu sum eg, men har var eingin hjálpa at heinta. Áðrenn eg fór frá parkeringsvørðinum , segði eg við hann, at tað áttu at verða tvey stór skelti inni á økinum.?Eitt dugdi eg at síggja, kom ikki broyting í viðvíkjandi skeltingini fyri økið, kom tað at verða ein sonn pengamaskina hjá Klaksvíkar kommunu. Undirritaði metir, at tað er ikki rætt at fíggja eitt risa hall á slíkan hátt.?Rúma tíð aftaná síggi eg tvey skelti verða komin á økið. Eg dugdi væl at síggja, at uppsetingin ikki var røtt, tí nú eru tvey skelti við inn- og útkoyringina og eitt inni á økinum. Harafturat er onnur síðan hví, og tey flestu vita, at inn og útkoyringin í Bónus er í einari rundkoyring, tað er lívhættisligt at koyra inn og út av økinum. Tað kann eisini verða lívshættisligt at hyggja eftir skeltunum á veg inn á økið, og tú vært ikki brúkt tað til nakað.Øll skelti skuldi verið inni á økinum og skuldu verið merkt á báðum síðum, og tey skuldu verið uppsett soleiðis, at líkamikið hvønn veg bilurin venur, skuldi tú altíð sæð eitt skelti, tá tú situr í bilinum. Tað ger man ikki í dag, uttan at tú fert úr bilinum og til gongu. ?Í hesum sambandi kann eg nevna onnur dømi. Beint við Bónus og Bøgøtu er eitt skelti, sum vísir, at tað eru 1200 metrar til nærmasta sjúkrahús, men tað ikkiber eisini, at tað er fríur bani til Sjúkrahúsið, men í hesum førinum sleppur tú sjáldan longur enn til fótbóltsvøllin, tí tá standa bilar alla møguleiga vegir, og tú sleppur ikki ígjøgnum. Ringast er, tá ið onkur rennur á vøllinum.?Ein dagin koyrdi eg niðan eftir Uppsalagøtu, vegurin er blindur vegur uppi á Hædd. Táið eg komi niðan á hæddina, kemur ein stórur útlendskur bussur bakkandi oman frá Hæddini, og hann er noyddur at bakka fleir hundrað metrar, og tað er ikki vandaleys. Eg gjørdi mær tann ómak at hyggja eftir skeltinum, sum vísir, at vegurin er blindurin, men eg sá einki skelti. Tað vísti seg, at skeltið er sett upp við ein urtagarð, og trøini vóru blivin so stór, at tey fjaldu skelti. Tað eru eisini aðrir veikleikar. Tað sær út fyri mær, sum at tann ell tey, sum hava ábyrgdina av at seta skelti upp og annað í sambandi við ferðslu, eru ikki greið yvir, hvussu stóra ábyrgd tey hava. Ein lítil feilur kann villleiða fólk, og tað kann standast stórur skaði av tí.?Tá ið parkeringsvørðurin varð settur, skuldi hann byrja varisliga, og man kundi ruddað nógv ivamál av vegnum, áðrenn kommunan setti reglugerðina í gildi. ?Men Klaksvíkar kommuna velir at leggja hart út beinanvegin, og tað hava nógv fólk eisini kent sviðan av, og um allar bøturnar hava verið rættvísar, ivist eg í. Hetta er kommununi líkt. Skal nakað gerast, so er tað við ongum skili. Vit síggja avleiðingarnar í dag, Klaksvíkin bløðir út.?