Tað er synd at siga, at Kári Müller hevur eitt vælkoyrandi samstarv við Tórshavnar Kommunu.
Fyri nøkrum árum síðani bygdi hann sær eini nýggj hús uppi í Skotarók millum Norðara Ringveg og Oyggjarvegin.
Stutt eftir at húsini vóru liðug gjørdi hann eina trappu oman á gongubreytina við Ringvegin, men hana tók býráðið niðuraftur.
Men við tí var stríðið teirra millum ikki liðugt.
Norðanfyri húsini, niðri við Ringvegin, er eitt parkeringspláss, og tað hevur Kári brúkt at seta bil sín á, so slapp hann frá at koyra runt niðan á Oyggjarvegin.
Men nú ber hetta ikki til longur. Tí í vikuni setti stongdi kommunan plássi við »betongklossum«.
? Eg haldi tað er ótrúligt, at teir blíva við, sigur Kári Müller.
? Eg dugi bara at síggja eina orsøk, sigur Kári Müller. Teir vilja noyða meg niðan á Oyggjarvegin, sigur hann og leggur afturat, at nú minnir tað mest um forfylging










