Olympisku leikirnir verða hildnir í Rio de Janeiro í 2016. Í 2020 verða leikirnir hildnir í Tokyo. Men ikki er greitt, hvar olympisku leikirnir skulu leikast í 2024. Eitt gott boð er franski høvuðsstaðurin París.
Fyrr í dag kunngjørdi olympiska ráðið í Fraklandi, at Frakland hevur søkt um at gerast vertir í 2024. Um Frakland fær leikirnar verður tað fyri triðu ferð, at Frakland er vertur á hesum økinum. Frakland hevur fyrr fyriskipað olympiskar leikir í 1900 og 1924.
Tað er alt annað enn ókeypis at skipa fyri einari slíkari, stórari ítróttarkapping. Fíggjarætlanin hjá Fraklandi fyri leikirnar er ikki minni enn 46 milliardir krónur. Tað inniber nýggjar leikvallir og betri undirstøðukervi.
París er tó ikki einasti býurin, ið hevur ætlanir um at fáa olympisku leikirnar heim til sín. Boston, Hamburg og Rom hava eisini søkt um at gerast fyriskiparar av leikunum.










