26 ára gamli Paul Clapson, fyrrverandi KÍ-framherjin, stórtrívist í Íslandi. Hann og liðfelagarnir úr Afturelding hava fingið eina frálíka byrjan á nýggja kappingarári í næstbestu íslendsku deildini. Men sambært Clapson, er tað serliga takkað verið Tony Paris, at hann stendur seg so mikið væl í løtuni.
- Tá eg skrivaði sáttmála við KÍ, var eg sannførdur um, at eg fór at menna meg undir leiðslu av Tony Paris. Hann hevði mítt álit. Vit vandu nógv saman, og eg gjørdi stór framstig. Hann var mín Mr. Miyagi, sigur Les Rosbifs, sum fylgir enskum fótbóltsleikararum í útlandinum.
Samrøðan við Paul Clapson sæst á: