Á fyrireikandi rættarfundi í dag skuldi dómarin taka støðu til eitt krav frá advokatinum hjá KÍ, Jógvan Elias Winther Poulsen, um at saksøkjarin, Tony Paris, setur peningaliga trygd fyri sakarmálskostnaðinum.
Hetta er eitt krav, sum er vanligt at seta, tá saksøkjarin ikki býr í danska ríkinum, men tað er somuleiðis greitt, at hetta krav skal setast fram á fyrsta rættarfundi, og tað varð tað ikki.
Advokaturin hjá Tony Paris, Jens Wang, førdi eisini hetta fram á fyrireikandi rættarfundinum í morgun, og dómarin gav honum rætt og avvísti kravið frá advokatinum hjá KÍ.
Á rættarfundinum kom eisini fram, at Tony Paris er komin illa fyri at uppsøgnini. Tá hann fekk fýra ára sáttmálan við KÍ segði hann øll størv frá sær í USA, men uppsøgnin í úrtíð hevur gjørt, at hann nú stendur uttan arbeiði. Tað hevur nevniliga ikki eydnast honum at fáa nýtt fulltíðarstarv, og hann stendur nú við ongari sjúkratrygging, og tað er mest sum ein vanlukka í USA.
Uppsøgnin merkir eisini, at hansara CV nú hevur fingið ein álvarsligan blett, tí hann hevur ikki áður roynt at fingið eina uppsøgn.
So eisini fíggjarliga er Tony Paris illa fyri, og hann hevur tí gjørt av at stevna KÍ eftir írestandi løn fyri tíðarskeiðið, og tað kravið liggur oman fyri milliónina.