Paris Saint Germain hevur í kvøld skrivað ein nýggjan kapittul í søgubøkurnar hjá franska felagnum. Við 3-0 sigri á týska RB Leipzig hevur PSG vunnið seg í Champions League finaluna á fyrsta sinni.
Tað var ongantíð nakar ivi. Franska høvðusstaðarliðið var greitt omaná. Við Neymar, Kylian Mbappé og Ángel Dí María í toppform, hevði PSG ikki stórvegis trupulleikar av RB Leipzig, ið ikki rakti somu hæddirnar, sum teir gjørdu í dystinum móti Manchester City í fjórðingsfinlauni.
Miðverjin, Marquinhos, skoraði longu aftaná 13 minuttir upp á frísparksinnlegg. Beint fyri hálvleiki legði Neymar upp og Ángel Dí María skoraði til 2-0. Juan Bernat setti punktum, tá hann stútaði bóltin í málið til 3-0, áðrenn ein tími var spældur.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2004, at eitt franskt lið er í Champions League finaluni. Seinast eitt lið úr Fraklandi vann Champions League var í 1993, tá Marseille vann 1-0 á AC Milan. Tað er somuleiðis einastu ferð, at eitt franskt lið hevur vunnið meistarkappingina.
Champions League hálvfinalur:
RB Leipzig – PSG 0-3 (0-2)
0-1 Marquinhos, 13
0-2 Ángel Dí María, 42
0-3 Juan Bernat, 56
Mikukvøldið:
Lyon - Bayern Munchen (20.00)