Tann nemmasti maðurin nakrantíð at fáa fatur á. Soleiðis sigur Paris Hilton um Ronaldo. Tað hevur áður verið frammi, at Paris Hilton og Cristiano Ronaldo hava verið í parlagi.
Men tað var í farna árið, tá ið Ronaldo gekk á krykkum í USA. Tá var tað náttklubburin Villa í Los Angeles, ið var karmur um teirra parlag.
-Tá ið Ronaldo kom, fór Paris beinleiðis yvir til hansara borð, og vísti honum stóran áhuga. Men han var als ikki áhugaður í henni, og vendi henni bert bakið, sigur ein kelda.
Møguliga er tað orsøkin til, at Paris á heimasíðuni tmz.com sigur, at Ronaldo var tann nemmast maðurin nakrantíð at fáa fatur á.
Og tann nýliga keypti Realleikarin veit við vissu nakað um at skora.
Síðani hendingina í Villa, hevur tað verið samband ímillum báðar stjørnurnar. Náttina áðrenn, at Ronaldo fekk grønt ljós at samráast við Real Madrid, var hann aftur saman við Paris.
TMZ hevur fingið hendur á eina videoupptøku, sum vísur, at Paris kemur á gátt hjá systur síni kl. 03 um náttin saman við Ronaldo. Hesaferð høvdu tey vitjað náttklubban MyHouse.
Tveir tímar seinni fer Ronaldo frá húsunum aftur, tó uttan at gera viðmerkingar til teir heldur ágangandi journalistarnir á staðnum.