Pardew í Palace

Crystal Palace vátta í morgun, at Alan Pardew hevur skrivað undir ein trý og eitt hálvt ára langan sáttmála við felagið.

Crystal Palace vátta í morgun, at Alan Pardew hevur skrivað undir ein trý og eitt hálvt ára langan sáttmála við felagið.

 

Alan Pardew umboðaði Crystal Palace sum spælari í 80'unum og 90'unum. Hann spældi 128 dystir fyri liðið og var við á liðnum, sum vann sær uppflyting í 1989 og leikti í FA-cup finaluni í 1990. 

 

Sum venjari hevur Alan Pardew leitt Reading og West Ham United til uppflyting til Premier League, umframt at hann hevur havt eitt gott tíðarskeið sum venjari hjá Newcastle, sum kappingarárið 2011/2012 endaðu nummar 5 undir hansara leiðslu.

 

Avbjóðingin hjá Alan Pardew verður stór. Crystal Palace eru júst fluttir upp í Premier League. Teir endaðu nummar fimm í Championship, næst bestu deildini í Onglandi í fjør, men vunnu sær rætt til uppflyting í uppflytingardystunum eftir lokna kapping. Felagið hevur tó fingið at sanna, at støðið í Premier League er nakað hægri. Í løtuni liggur Crystal Palace á 18. plássi.

 

Newcastle fekk eina sera ivasama byrja hetta kappingarárið og ónøgdin við Alan Pardew var stór. Alan Pardew skrivaði í 2012 undir ein átta ára sáttmála við Newcastle United, og mong viðhaldsfólk bóru ótta fyri, at tey neyvan sluppu av við hann í bræði. Sum heystið leið fór tó at hilnast betur hjá liðnum og Newcastle liggja nú á 10. plássi.

 

Ósemja millum Alan Pardew og leiðsluna í Newcastle sigst vera orsøkin til, at Alan Pardew hevur tikið av tilboðnum hjá Crystal Palace. Sum skilst var Alan Pardew sera ónøgdur við, at Yohan Cabaye var seldur til PSG í summar, uttan at hann fekk møguleikan at heinta ein annan spælara til felagið í staðin fyri. Leysasøgur vilja vera við, at Alan Pardew onga ávirkan hevur havt á spælarakeyp í felagnum seinastu tíðina.

 

Fyrsti dysturin hjá Alan Pardew sum venjari hjá Crystal Palace verður móti Dover Athletic sunnudagin í FA-cup kappingini.