Tað var ikki leingi, at Alan Pardew gekk arbeiðsleysur, eftir at hann herfyri fekk sekkin í West Ham. Í Charlton gjørdu tey nevnliga skjótt av, nú tað ikki tykist eydnast Les Reed at venda tungu gongdini, sum felagið hevur verið í. Alan Pardew er nevnliga maðurin, sum skal reisa London-felagið, og jólaaftan skrivaðu hann og felagið undir sáttmála, sum bindur partarnar hálvt fjórða ár fram.