Í dag og í morgin verður skipað fyri Norðurlendameistaraskapi í Boccia í høllini á Nabb í Havn.
Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum og verji fyri Parasport Føroyar setti stevnuna klokkum 8.30 í morgun.
Tilsamans eru 112 ítróttafólk og leiðarar úr øllum norðanlondum.
Samlaða talið er oman fyri 150 fólk, sum eru virkin til tiltakið, tá dómarar, linjudómarar v.m. eru íroknaði
Kappast verður í tveir dagar og endar kappingin við heiðursmerkjahandan í morgin umleið kl 15.
– Øll eru vælkomin í høllina at hyggja eftir kappingini, sum er ókeypis at koma inn til, siga fyrireikararnir.