Paraguay í Copa America-finaluni

Paraguay vann í nátt á Venesuela í teirri seinnu semifinaluni í suðuramerikonsku fótbóltskappingini Copa America. Tað stóð á jøvnum eftir vanliga leiktíð, og tann longda leiktíðin gav heldur einki mál. So var brotssparkskapping, og hana vann Paraguay 5-3.

 

Málmaðurin hjá Paraguay, Justo Villar, viðgekk aftan á dystin, at hansara lið hevur verið stak heppið í kapppingini, og tað má sigast at vera merkisvert, at eitt lið kemur í finaluna uttan at vinna ein einasta dyst í vanligari leiktíð. Hepnið var eisini við Paraguay í nátt, tí venesuelar raktu stengurnar tríggjar ferðir í dystinum.

 

Hetta er fyrstu ferð síðani 1979, at Paraguay er í finaluni í Copa America. Finalan, sum er ímóti Uruguay, verður 24. juli.