Mikið rok var í vikuni upp til steypafinaluna. Ivamál tók seg upp, um Elisabeth Vang, sum er eykamálverji hjá Neistanum, hevði aldur til at spæla í steypakappingini og í Hvonn-deildini. Hósdagin koma Aganevndin við sínm úrskurði, og tá tað í úrskurðinum kom fram, at málið var íkomið eftir áheitan frá Kyndli, gjørdist rokið fullkomið.
Leiðslan í Kyndli vildi ikki gera viðmerkingar til hetta undan steypafinaluni, men á heimasíðu felagsins stóð í gjárkvøldið, at teirra støða í stóran mun var ávirkað av kærumálinum millum Team Klaksvík og Kyndil fyrr í ár.
“Í sambandi við kærumálið hjá kyndilsmonnum lá Kyndil á knæ og bønaði bæði Team Klaksvík, HSF, Aganevndina, Dómsnevndina og Ítróttadómstólin um at vísa ítróttaanda og í mesta lagi geva eina bót, so stigini ikki hvurvu. Ongin lurtaði. Øll, sum viðgjørdu og viðmerktu málið, kravdu, at Kyndil skuldi tapa fyri óskil í egnum pappírum.
Kyndil sum felag var helst ov góðtrúgvið at halda, at ítróttarandin fór at sigra í tí málinum, so stigini kundu verða varðveitt. Hugt varð bara eftir paragraffunum, og stigini fekk so Team Klaksvík. Tí var onki at siga til, at liðugt var við vælvildini hjá Kyndli, tá eitt mál um eitt vantandi undantaksloyvi knappliga tók seg upp í vikuni. Paragraffir eru paragraffir.”
Lagt verður afturat, at felagið ásannar, at stríðsmál um lands- og steypakapping ikki tæna hondbóltsspælinum. Viðvíkjandi VB-dystinum skrivar felagið eisini, at hetta kundi verið handfarið betur av Kyndli, og tey taka í egnan barm hesum viðvíkjandi.
Kyndil endar greinina við at ynskja bæði Neistanum og VÍF tillukku við steypagullinum, og so skuldi verið sett punktum fyri hesum málinum.










