Paradise-kvøld í Havn

Tveir av luttakarunum í Paradise Hotel sendirøðini eru í dag komnir til landið og verða gestir á dansistaðnum Rex í Havn í kvøld. Nógv føroysk ungfólk fylgja sendirøðini Paradise Hotel, og seinnu árini er tað blivið vanligt, at luttakarar í sendirøðini vitja í Føroyum.

 

Dansistaðið Rex í Havn fær í kvøld vitjan av tveimum av fólkunum frá Paradise Hotel. Daghan og Fie eru komin til landið í dag og verða gestir á Rex í kvøld.

 

Reyði løbarin rullaður út, og tey, sum eru eldri enn 18 ár, sleppa inn til Paradise-veitsluna.