Paradise Hotel stjørnur til Klaksvíkar

Fríggjakvøldið í næstu viku verður Club 700 karmur um eitt Paradise Hotel kvøld, har Julian og Jeanette luttaka.

 

Tey, sum hava fylgt við X-Factor vita, at Julian og Jeanette eru áhugaverd nøvn í hesum høpi. Julian vann Paradise Hotel saman við Tina Maria, tá ið finalan var á skránni herfyri. Sostatt hava tey bæði vunnið 225.000 krónur í part.

 

Paradise Hotel fepurin hevur nærum hvørt ár funnin sín veg til Føroya, og í ár er einki undantak. Einans ein føroyskur luttakari hevur verið í Paradise Hotel, og var tað Connie Brockie.

 

Hvørt ár vitja fleiri luttakarar frá realitysendingini í Føroyum, og komandi fríggjakvøld verður aftur eitt Paradise Hotel kvøld á skránni í Føroyum – hesaferð í Club 700 í Klaksvík.

 

Umframt hesa vitjanina verður eisini karaoke, og diskotek. Club 700 sigur, at bæði nýggjur og gamal tónleikur verður at hoyra.