Paradise Hotel kvøld í Rex

So eru reality-danir aftur ávegis til Føroya. Hesaferð vitja tey í Rex, og skulu tey arbeiða í barrini hetta kvøldið.

 

Slíkar veitslur við kendum reality stjørnum úr Danmark, hava verið sera nógv at sæð í Føroyum seinastu árini. Luttakarar frá eitt nú BigBrother, Paradise Hotel og Singel Liv hava vitjað í Føroyum í barrum og náttarstøðum kring landið, og hava hesi arbeitt í barrini og annars hugna sær saman við føroyingum.

 

Nú bjóðar Rex í Havn inntil enn eitt Paradise Hotel kvøld, og vera tað Sandra og Nicolas, sum vitja hesaferð.

 

Tiltakið verður fríggjakvøld, og meira kann lesast um tað her: www.facebook.com/events/286170284848936/