Danska sjónvarpsrøðin Paradise Hotel er so væl umtókt sum ongantið áður, nú føroyska Connie Brockie verða við í sendirøðini TV3 er farið undir fimtu røðina við Paradise Hotel, og ongantíð áður hava so nógvir danir fylgt røðini.
267.000 danir hugdu eftir fyrsta partinum í røðini, og tað er ein helvt meira enn í fjør.
Connie Brockie úr Vági verður ein av ungu kvinnunum, sum verða við í Paradise Hotel hesaferð.
Í Paradise Hotel verða ungar kvinnur og ungir menn send til eitt mærglætishotell - hesaferð í Meksiko - og síðani fylgja upptøkutól øllum tí, sum fer fram.