Paradise Hotel eitt ótrúligt upplivilsi

REALITYSJÓNVARP: Connie Bertholdsen Brockie var realitystjórna í Paradise Hotel, og fyri hana var tað eitt ótrúligt og annaðleiðis upplivilsi.

REALITYSJÓNVARP: Seinastu árini hava vit oftani sæð føroyingar í teimum donsku sjónvarpskanalunum. Ímillum hesar føroyingar er Connie Bertholdsen Brockie, og í januar í 2009 sást hon á sjónvarpsskíggjanum hjá TV3, sum ein luttakari í Paradise Hotel sesong 5.


Spurd um hví hon avgjørdi at luttaka sigur Connie, at hon, líka síðani hon var tannáringur, hevur fylgt við í Paradise Hotel. Hon helt tað verða eitt stuttligt konsept við spennandi spæli, og lekkrum umhvørvið.

Fyri hana byrjaði tankin um at luttaka av álvara við, at hon sum21 ára gomul hugdi eftir Paradise Hotel saman við eks- svigarinnuni.

- Vit tosaðu um hvussu skeg tað hevði verið, um ein slapp at uppliva okkurt líknandi, og tað endaði so við at eg segði, at um eg bleiv single, samstundis við at tey søktu eftir nýggjum fólkum, so skuldi eg lova at søkja, sigur Connie, og tá hevði hon ikki droymt um at hon fór at sleppa ígjøgnum allar upptakilsisroyndirnar, men tað gjørdi hon so.


Connie sigur at tað vóru bæði ting hon dámdi væl, og ting hon dámdi minni væl, við tíðini sum hon var inni á hotellinum. Tá ið ein er á hotellinum, hevur ein ikki loyvi til at hava samband við nakran uttan fyri hotelli, og hetta var eitt av teimum tingunum, ið kundu gerast trupult til tíðir.

- Tey ið fylgdu við vita, at eg upplivdi eitt sindur av hvørjum. Men eg haldi at eg kláraði meg rættiliga væl, eg upplivdi nógv skeg, og eg fann útav at eg var sterkari enn eg helt, sigur Connie

Tá ið sendingin kom út í januar 2009, var Connie bæði spent og nervøs fyri at síggja seg sjálva á skýggjanum.

- Eg visti at eg hevði uppført meg pent, tí eg hugsaði nógv um hvat eg gjørdi tá eg var á hotellinum, men eg visti ikki hvussu TV3 hevði klipt tað saman, sigur Connie, og leggur afturat at hon sum heilt var nøgd við klippingina.

Hóast Connie var glað fyri at verða við í Paradise Hotel visti hon, at so var ikki hjá øllum í Føroyum.

- eg visti at summir føroyingar ikki dámdu at eg var við í Paradise Hotel, men eg mátti taka tað súra við tí søta. Eg visti at míni vinfólk og familja vistu hvør eg var og stuðlaðu mær, so um onnur ikki dámdu tað, so skuldi eg ikki taka tað til mín.


Nú eru góð fimm ár liðin síðani sendingin var í sjónvarpinum, og Connie sigur seg verða glaða fyri at hava fingið eitt ótrúligt og annaðleiðis upplivilsi.

- Eg slapp eina løtu at uppliva hvat tað var at vera “VIP” í Danmark, at vera smákend, men fann eisini útav, at tað var stuttligt í nakrar vikur, men so gleddi eg meg at sleppa heim aftur til Føroyar at arbeiða og bara vera meg sjálva, sigur Connie, og leggur afturat at hon eisini var noydd at hoyra nógv fyri at hon fór, men at tað bert var ein partur av upplivilsinum.

Hóast tað var eitt gott upplivilsi, hevði Connie ikki sagt ja at verða við í Paradise Hotel, um hon var spurd í dag.

- Um eg bleiv spurd í dag, um eg vildi við í Paradise Hotel, so hevði eg sagt nei. Men tað er eisini tí at eg eri blivin tað eldri, og eg haldi ikki at Paradise Hotel er tað sama sum tað var fyrr, sigur Connie.

Tá ið Connie hyggur aftur á tíðina, angrar hon tó einki.

- Nú eri 27 ár og kann siga “been there done that” og havi eina rúgvu av minnum, sigur Connie at enda.