Sesong 7 av Paradise Hotel byrjar nú mánakvøldið, og verturin í sendingini, Rikke Gøranson lovar eina spennandi sending við sex, kærleika og svikið. Enn einaferð bjóðar Tv3 til Paradise Hotel, sum byrjar nú mánakvøldið. Hetta er sjeynda árið á rað, at Paradise Hotel er á skránni, og enn tykist undirtøkan verða stór.
Flestu føroyingar, sum kenna til sendirøðina, minnast helst tað árið, tá ið føroyska Connie Brockie var ein av luttakarunum í Paradise Hotel.
Spennandi verður at vita, um onkur føroyingur verður partur av sendingini í ár.