Stórsjamørurin brúkar kvinnur sum eitt slag av eingangsserviettur, men í veruleikanum saknar hann at hava ein fastan maka í lívinum So seint sum mánakvøldið kundi vit uppliva Mads Gleager sum eitt sindur av einum køldum fiski í Paradise Hotel, tá hann segði, at hann skjótt bleiv troyttur av kvinnum, eftir at tað eydnast honum fáa tær í songina. Í sjónvarpsrøðini avdúkaði hann, at tað er jagstranin eftir hinum kyninum ið tendraði hann, og soleiðis hevur hann havt tað leingi.
- Tann trupulleikan havi eg havt í 3-4 ár. Tað er ikki gjøgnumgangandi í mínum parløgum, men ofta fer spenningurin rættiliga tíðliga. Eg eri ræðuliga kræsin og tað er allarhelst ringast fyri meg sjálvan, sigur Gleager, ið hevur verið stakur síðani á jólum í 2007.
- Um ein genta skal megna at halda mín áhuga í eitt longri tíðarskeið, so skal hon verða ótrúliga fitt, vøkur, og ikki minst skilagóð.
Saknar ein maka
-Tað eru bæði fyrimunar og vansar við at hava ein maka. Vansin er, at tú ert bundin til ein annan persón. Tú hevur eina ábyrgd mótvegis tínum maka, og hevur ikki altíð tíð til vinfólkini. Hinvegin er ein maki ein persónur, ið altíð er har fyri teg. Makin blívur tín besti vinur, sum tú kanst siga alt við, sigur sjamørurin.
- Sum stakur, kann eg liggja eitt sunnukvøld púra einsamallur og hyggja eftir filmi. Tá sakni eg ein maka. Tað geri eg eisini vanligar gerandisdagar, sigur tann eftirspurdi sjamørurin við Se og Hør.
Føroyska Connie Brockie kemur seinni við í sendingina Paradise Hotel, og spennandi verður at vita, um eisini hon fellur fyri stórsjamørinum Mads Gleager.