Paradís hjá fiski

Áttandi og seinasti fyrilesturin í røðini, sum Fróðskaparsetrið og Føroya Fróðskaparfelag hava skipað fyri um myndlar og tøl, verður hóskvøldið

Fyrilestur

Hesaferð er tað Eyðfinn Magnussen, adjunktur á Náttúruvísindadeildini, sum hevur fyrilestur við heitinum »Føroya Banki ? eitt vakstrarparadís hjá fiski«
Í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum, verður sagt, at flestu føroysku sjómenn hava ein serlig tokka til Føroyabanka. Hetta kemst helst av, at her hava teir ofta fingið góðan fong. Serliga er tað tann stóri toskurin, bankatoskurin, teir eru glaðir fyri. Føroyabanki er eitt serstakt øki. Rákið á Bankanum er soleiðis háttað, at sjógvurin í stóran mun heldur seg inni á Bankanum. Á hendan hátt er Føroyabanki ein sjálvstøðugt vistfrøðilig skipan, har umhvørvið hevur sett síni serstøku eyðkenni á fleiri fiskasløg og aðrar livandi verur, ið eru á Bankanum. Kendasta av hesum er helst Bankatoskurin. Tað hevur leingi verið kent, at toskurin á Føroyabanka veksur óføra skjótt. Ja, so skjótt, at hann telist millum skjótast vaksandi toskasløgini í heiminum.

Hví veksur bankatoskurin so skjótt?
Men hví veksur toskurin á Føroyabanka so skjótt? Er tað okkurt serligt við bankatoskinum, ella er tað umhvørvið á Bankanum, sum skapar tann góða vøksturin? Hetta eru 2 áhugaverdir spurningar, ið greiða eigur at vera fingin á. Um tað er okkurt serstakt við umhvørvinum, sum er orsøkin, átti hetta eisini at sæst aftur hjá hinum fiskasløgunum, ið finnast á Bankanum. Vit kundu tí væntað, at øll fiskasløgini á bankanum vaksa skjótt.

Vakstrarlagið hjá botnfiskinum kannað
Men er hetta nú soleiðis? Fyri at fáa greiðu á spurninginum, er vøksturin hjá 14 ymiskum fiskasløgum á Bankanum kannaður. Vøksturin er síðani samanborin við, hvussu hesi fiskasløgini vaksa aðrastaðni í heiminum. Samanberingin fevnir um úrslit frá 62 ymiskum kanningum frá 35 ymiskum økjum. Og her smæðist Føroyabanki ikki burtur í millum.

Fyrilesturin
Fyrilestrinum byrjar við at lýsa umhvørvið á Bankanum. Komið verður inn á vøksturin hjá toskinum, og hvat tað er, sum stýrir vøkstrinum hjá fiski, og hvørja ávirkan kynsbúningin hevur á vøksturin. Vakstrarlagið hjá teimum 14 Føroyabanka-fiskasløgunum verður víst og mett verður um vøksturin samanborið við aðrastaðni. At enda verður komið inn á hvønn týdning dýpið á Bankanum hevur fyri vøksturin hjá fiskinum.
Eyðfinn Magnussen er útbúgvin kandidatur í lívfrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn í 1993. Síðani 1994 hevur hann starvast sum adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Tey fyrstu árini arbeiddi hann eisini á Fiskirannsóknarstovuni, har hann tók sær av yvirlitstrolingunum á Føroya banka.