Paradís bleiv helviti

Norski forsætisráðharrin sigur, at hansara ungdómsparadís er blivið eitt helviti.

Jens Stoltenberg er ein av teimum, sum ofta hevur vitjað á Utøya, har ungdómsfelagið hjá norska Javnaðarflokkinum heldur summarlegur og onnur tiltøk.

Tað var har, at minst 84 fólk í gjár vórðu dripin eftir ein skilaleysan skottilburð. Fleiri enn 600 ungfólk vóru á oynni til summarlegu í gjár.

- Eg havi verið á Utøya hvørt summar síðani 1994. Mítt ungdómsparadís er blivið eitt helviti, segði Jens Stoltenberg í eini røðu í morgun.

Stoltenberg skuldi eftir ætlan vitja á Utøya í dag og halda røðu fyri teimum ungu fólkunum.

- Nú eri nógv av teimum, sum eg skuldi tosa við, deyð. Hetta er ein óhugsandi tragedia, segði norski forsætisráðharrin.