Parabolir stinga seg upp

Tað eru alsamt fleiri havnafólk og fólk aðrastaðni í Føroyum, sum keypa sær sína egnu útgerð, so møguleiki er fyri at síggja fylgissveinasjónvarp

Sjónvarp
Upprunaliga hugskotið við Rás Tórshavn var, at tað skuldi minkast um parabolirnar, sum stungu seg upp sum hundalond í Havnini. Eisini var tað ógvuliga dýrt at keypa sær tílíka útgerð. Hetta er tó broytt nú, og í dag kunnu vanlig húski rímiliga bíliga skaffa sær eina parabol við tí, ið hartil hoyrir.
Bæði hjá Opus í Runavík og Radiohandilinum í Havn verður upplýst, at sølan gongur óføra væl við tílíkari útgerð. Fólk standa mestsum í kø fyri at ogna sær útgerðina
Hetta er tó bert galdandi fyri ein serligan programmpakka, sum gongur undir heitinum Canal Digital. Sum orðið eisini sigur, so er talan um talgildar rásir, og hesar síggjast og hoyrast avbera væl, um tað altso ber til at fáa signal við tær.
Enn ber til at síggja fleiri rásir analog, men hetta gerst støðugt meira sjálvsamt, og framleiðarnir eru mestsum hildnir uppat at framleiða tílíka útgerð.

TV3 er dýrt
Úr Opus úr Runavík, sum selir tílíka útgerð, verður upplýst, at tað er ein størri íløga, um tú ætlar at síggja TV3 digitalt. Kostnaðurin kann lættliga liggjan omanfyri 20.000 kr. Tað er væl bíligari analog, men hetta er, eftir hvat skilst, ógvuliga óvist í framtíðini.
Tilboðið, sum Tórshavnar Kommuna hevur fingið fyri TV3 er umleið 130 kr. um árið. fyri at síggja TV3, og bara hana. Tað skal tó viðmerkjast, at aloftast er talan um programpakkar, so tað kann vera eitt sindur torført at samanbera.