Tað er ringt skil í París í kvøld. Triðja vikuskiftið á rað eru tað buldur og brak og oyðileggingar og nógv løgregla í franska høvuðsstaðnum.
Aktivistarnir í gulu vestunum, sum teir rópa seg, gera um seg. Altjóða miðlar vita at siga, at tvey hundrað eru handtikin, og at talið á særdum er omanfyri hundrað.
Mett verður, at umleið 75 túsund hava mótmælt í miðbýnum í París ídag.
Hetta er triðja vikuskiftið á rað, at tað á Champs-Élysees síggjast í túsundatali av mótmælisfólkum í gulum vestum. Tey mótmæla nýggj avgjøld á eitt nú bensin og disel, sum stjórnin hevur lagt á fraklendingar, og sum tey siga raka serliga meint tey við lægru inntøkunum. Tiltøkini verða søgd at hava við sær, at keypiorkan minkar og størri búskaparligan ójavna.
Longu tíðliga í morgun vóru mótmælisgongur. Bilar vórðu kolaðir upp, og løgreglan royndi at spjaða mongdina við táragassi og vatnkanónum. Seinnapartin sóust fleiri eldar í Tuileries havanum.
Støðan er so mikið spent, at Borgerservice hjá danska uttanríkisráðnum mælir dønum at halda seg burtur frá miðbýnum í franska høvuðsstaðnum. Her verður eitt nú hugsað um økið Champs-Élysées, Concorde-plássið, Triumfbogan, Boulevard Haussmann og Rue de Rivoli.
Mótmælisfólkini bera skilti, har tað verður heitt á Macron forseta um at leggja frá sær.
Franski forsetin Emmanuel Macron er í løtuni staddur í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires, har G20 toppfundurin júst er liðugur.
Hann segði fyrr í dag á tíðindafundi, at hann skilir øðina hjá teimum uttanfyri fronsku stórbýirnar, sum eru rakt av príshækkingunum, men at hann ikki fer at lata seg kroysta at broyta politikk av bøllum, sum hann tók til.
Kelda: dr.dk, tv2.dk, jp.dk og politiken.dk