París er endaleyst

Býanna býur er endaleysur.

Tað er onki menniskja, ið kann síggja allar gøturnar og smogurnar, handlarnar og caféirnar, metrostøðirnar og parkirnar í hesum býnum. Lívið er ov stutt til tess. Býurin er eitt univers, ein organisma, ið alla tíðina, dag og nátt, er í rørslu. Pariscope (svarar til ?Havnartíðindi?) er eitt blað við fleiri hundrað tættskrivaðum blaðsíðum, ið fortelur tær (næstan) alt tað, sum hendir í París í løtuni. Blaðið kemur út hvørja viku og kostar tveir frankar.

Samstundis sum býurin er óendaligur, so er hann neyvt avmarkaður geografiskt. Markið millum París intra muros og forstaðirnar til milliónabýin er tann stóri ringvegurin, Péripherique, ið umgirðir allar teir tjúgu arrondissements (býarpartarnar) í París. Hetta markið gongur aftur til 1860, og býurin hevur altíð verið ótrúliga tættbygdur innan fyri múrarnar - ídag ringvegin. París er 105 km2, meðan til dømis Berlin er 900km2 og London er 1600km2. Á hvørjum km2 í París liva ikki færri enn 20 421 fólk. Haraftrat koyra 2,5 milliónir akfør inn og út úr býnum hvønn tann einasta dag, og hetta skapar eitt suðurlendskt ferðslukaos og eina álvarsliga luftdálking. Tað eru allatíðina 700 000 bilistar, ið royna at finna sær eitt parkeringspláss, hóast einans 200 000 p-pláss finnast í býnum. Luftdálkingin skapar álvarsligar heilsutrupulleikar hjá nógvum íbúgvum í býnum.

Býurin hevur sera nógv andlit. Vit hava Chinatown tætt við Place d´Italie; teir arabisku býarpartarnir í Barbès og La Chapelle; jødiskar gøtur sum rue Richer og rue des Rosiers; indisku rue du Chateau Landon; afrikonsku Boulevard de Strasbourg og so framvegis. Hvør gøta hevur síni eykenni og sína søgu. Gongur tú og válar uttan mál og mið í París, so endar tú knappliga á frímerkjaseljara-gøtuni, barnaklædna-gøtuni, glaslista-gøtuni ella onkrari heilt aðrari gøtu hvør við sínum serliga leikluti í býarmyndini. Í rue d´Orsel, har eg búði í september, selja næstan allir handlarnir klædnatilfar en gros.

Stórar boulevardir við tungari ferðslu hittast á veldugum plássum sum Place de la Concorde og Place de la Bastille, og soleiðis verða býarpartarnir samanknýttir í einari asfalteraðari eiturkoppanót. Boulevardirnar frá nítjandu øld vóru upprunaliga lagdar fyri at gera tað lættari hjá herinum at knúska uppreistrarnar, ið parísborgarar við jøvnum millumbilum gjørdu til at mótmæla sosialum órætti. Tað hevði framman undan verið næstan ógjørligt at sleppa ígjøgnum barrikadurnar í teimum labyrintinsku og myrku skotunum í fátækrabýlingum. Georges-Eugène Haussman fekk í 1853 ábyrgdina fyri at leggja býarendurnýggjanina av París til rættis. Lívið á caféunum og í sjónleikarahúsunum á teimum vøkru boulevardunum, sum Haussman skapti, hevur skapt myndina av París sum la capitale des villes.

Tann skjótasti og besti ferðingarhátturin í París er at fara við metro. Metroin í París hevur eksisterað í hundrað ár og er sostatt hin fjórðeldsta í heiminum - eftir London, New York og Berlin. Tað eru fleiri hundrað metrostøðir í býnum og fleiri milliónir fólk ferðast við undirgrundartokunum hvønn einasta dag frá morgni til myrkurs. Tað ganga ongantíð meira enn 3-4 minuttir millum tokini, og tað er ikki serliga dýrt at ferðast við teimum. Tann nýggjasta metrolinjan - Meteor, ið gongur millum Madeleine og Grande Bibliothèque - hevur heilautomatisk tok við ongum førara. Tað kostaði ikki minni enn tvær milliardir frankar at byggja hesa metrolinju!

*

Eg havi búð í París í býarparti XVIII í heyst. Hesin býarparturin er kendur fyri Sacré Coeur-kirkjuna og Montmartre. Her hava nógv skald og listafólk hildið til í gomlum íbúðum. Drukkið vín og absinth á teimum mongu cancan kabarettunum á Boulevard de Clichy. Teir flestu málningarnir hjá Toulouse-Lautrec eru úr kabarettunum og caféunum á Montmartre. Listamálararnir Picasso, Pissarro, Renoir og Van Gogh hava til dømis eisini búð á Montmartre. Ein av kendastu núlivandi filmssjónleikarum í Fraklandi, Gérard Depardieu, býr á Montmartre.

Býanna býur er endaleysur. Tað er ein livandi organisma, ið ongantíð svevur. Tað krevur venjing at kunna liva í larminum og bilkaosinum og samstundis njóta tað. Alt gongur við stórari ferð, ov stórari kanska, og gerandisdagurin er sera strævin hjá nógvum. Hóast hetta fara parísbúgvar so lítið sum gjørligt út um býmarkið.


Firouz Gaini, París