-Býrt tú í einum París-býarparti sum Clichy-sous-Bois ella Autrau-sous-Bois, sleppur tú ikki í læru í Fraklandi. So einfalt er tað, siguir tann 18 ára gamla Mameri Nabila við Aftenposten. Hon er fødd og uppvaksin í Clichy-sous-Bois, men foreldur hennara eru úr Algeria.
Seinastu níggju næturnar hava ungdómar herjað fleiri býarpartar í París. Fleiri hundrað bilar eru farnir upp í royk, handlar eru brendir í grund, fleiri løgreglumenn eru særdir og ungdómar fongslaðir. Innanríkisráðharrin, Nicolas Sarkozy, hevur svarað ófriðinum við at senda fleiri hundrað løgreglumenn afturat út í teir ófriðarligu býarpartarnar, tí eftir hansara tykki eru tað ófriðarkroppar, sum seta seg upp ímóti myndugleikunum.
Men í veruleikanum er ófriðurin eitt úrslit av tí miseydnaða politikkinum hjá stjórnini at gera innflytararnar til ein part av franska samfelagnum.
-Á fronskum eru vit øll fransmenn, men tað er kortini ikki so. Navnið, húðaliturin og bústaðurin forða okkum at gerast fransmenn. Hesir býarpartarnir eru sum eitt sovandi gosfjall, og vit hava bara bíðað eftir, at hetta fór at henda, siga fólk á gøtuni í Clichy-sous-Bois við Aftenposten.
Tað er kortini ikki bara tann sitandi stjórnin, sum hevur skyldina av tí miseydnaða politikkinum, men allir teir politisku flokkarnir. Men Sakrozy hevur ikki bøtt um støðuna hjá stjórnini við at seta hart ímóti hørðum og við at skýra teir misnøgdu ungdómarnar bølmenni og ófriðarkroppar, skrivar Reuter.
Ófriðurin hevur eisini breitt seg inn í sjálva stjórnina, har hann er vorðin eitt innanhýsis politiskt stríðsmál ímillum innanríkisráðharran og Dominique de Villepin, forsætisráðharra. Báðir ætla at stilla upp á forsetavalinum í 2007.