Par fór til hendurs

Náttina til leygardagin varð løgreglan boðsend til eini sethús, har eitt par var farið til hendurs.

 

Náttina til leygardagin varð løgreglan boðsend til eini sethús, har eitt par var farið til hendurs. 

Parið var farið at skeldast, og síðani var harðskapur eisini komin uppí leikin. Løgreglan fór á staðið, og tað var skjótt, at løgreglumenninir fingu tosa fólkini til sættis. 

 

Hetta gjørdist kortini eitt harðskapsmál, og nú verður málið skrivað hjá løgregluni, og síðani vera tey bæði avhoyrd, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.