Papua-búgvar vilja hava loysing

Fleiri hundrað fólk gingu í morgun kravgongu í Papua, har tey kravdu fólkaatkvøðu um loysing frá Indonesia. Papua hevur heimastýri, men er partur av indonesiska ríkinum. Tey, sum gingu kravgongu, bóru skelti, sum søgdu Indonesia vera hjálandaveldi, kúgara og tjóv, og indonesisku myndugleikarnir vórðu lagdir undir harðskap ímóti lokalfólkinum.

Fyrradagin vórðu tríggir indonesiskir hermenn dømdir tíggju mánaðar fongsul fyri harðskap ímóti fólki í Papua. Fleiri mannarættindafelagsskapir og amerikanska stjórnin hava sagt, at revsingin var alt ov lítil.

Indonesia hevur noktað útlendskum tíðindafólki innferðarloyvi til Papua, og útlendskir hjálparfelagsskapir sleppa heldur ikki at senda fólk hagar at kanna umstøðurnar hjá fólkinum.