Danska Paprika Steen er tilnevnd at fáa virðislønina, European Film Awards, fyri leiklutin í filminum "Okay".
Tað er tann meinigi borgarin, ið hevur tilnevnt Papriku hendan heiðurin, tí atkvøðugreiðslan er farin fram á alnetinum, og er hon í sonevnda "People´s Choice" bólkinum.
Paprika Steen er dóttir Niels Jørgen Steen, sum fleiri ferðir hevur verið og spælt jazz í Føroyum. Í fjør var tað franski filmurin "Amelie", sum vann People´s Choice-virðislønina og fyrstu virðisløn fyri besta film og bestu leikstjórn.
Hesir báðir filmarnir, "Okay" og "Amelie" verða sýndir í Havnar Bio í sambandi við Listastevnuna.
Danski filmurin "Okay" verður sýndur leygardagin, sunnudagin og mánadagin. Í gjár varð filmurin "I am Sam" sýndur, og verður hann aftur á skránni í dag, leygardag. Hann er um menningartarnaða Sam (Sean Penn), sum umframt at vera bergtikin av The Beatles, stríðist fyri rættinum at hava dóttrina Lucy Diamond hjá sær. Ein hjartarørandi filmur fullur av Beatles-sangum.