Eitt lið av sniðgevum hevur gjørt pappfigurar av 20 ymiskum ommum í veruligari stødd, og hesar eru settar upp kring Oslo, á støðum har vandi er fyri neyðtøkum. Ætlanin er, at neyðtøkumenn skulu kenna seg eygleiddar og fara at hugsa um sínar egnu mammur og ommur, soleiðis, at teir sleppa ætlanunum um at neyðtaka kvinnur, hetta skriva eb.dk.
Hóast hetta átak er nýskapandi, so er tað ikki fyrstu ferð, at man í Oslo ger heilt serlig fyribyrgjandi átøk. Fyri nøkrum árum síðan, fór kommunan í Oslo undir eitt átak, fyri at fáa fólk at dálka minnið í býnum og at brúka almennu ruskspannirnar. Hetta varð gjørt undir slagorðinum, “Når svinene går hem, kommer rotterne frem”. Henda herferð byrjaði við, at Oslo borgarar vaknaðu til ein bý har rottubamsur stóðu á hvørjum gøtuhorni. Tann herferðin var sera væleydnað, og dálkingin eitt nú í vikuskiftum fall munandi. So er bert at vóna at ommurnar rigga líka væl sum rotturnar gjørdu.