Pappa Ulf við nýggjari fløgu

Kvøða til Vágsfjørð eitur nýggja fløgan, ið vágbingurin Ulf Vág Nolsøe hevur givið út. Á fløguhúsanum nevnir hann seg Pappa Ulf.


Á fløguni eru sangirnir Kvøða til Vágsfjørð, sum Jákup Olsen í Vági hevur skrivað tekstin til, og sangurin Dear Lord, push me the way, sum Ulf hevur gjørt bæði orð
og lag til. Eisini er Kvøða til Vágsfjørð sum instrumental-lag, Ulf hevur sjálvur gjørt lagið. 
 
Fløgan er at fáa í Vági á hesum støðum: hjá Ellen Dahl, á Heimavirkinum, hjá D.J. Vilhelm á Gørðunum og á Shellstøðini. Ulf býr í dag í Viborg í Danmark.