Millum svartar klædningar, stroknar skjúrtur, designarabrillur, víngløs og eitt lætt ábit, kundu leiðarar fyri tøknifyritøkurnar Elektron, Formula.fo og Senta avdúka nýggja skipan, ið skal lætta munandi um gongdina við roknskapum hjá fyritøkum og stovnum.
Talan er um nýggja Rokningardepilin, ið skal gera tað lættari at senda rokningar milum stovnar og millum fyritøkur.
Endamálið við nýggja Rokningardepilinum er at gera tað munandi lættari, skjótari og bíligari at avgreiða rokningar millum stovnar og fyritøkur. Tað verður gjørt við at allar rokningar framyvir bert verða sendar elektroniskt. Soleiðs sparir fyritøkan ella stovnurin pappír, tónarar, arkiveringspláss og tíð, ið verður brúkt til at arkivera av nýggjum.
Spara samfelagnum pengar
Tíð er pengar. Við at fáa kundarnar inn í nýggju, talgildu skipanina, verður møguligt at spara stovnunum nógva tíð – og harvið eisini samfelagnum nógvar pengar.
Leif Abrahamsen, stjóri á Føroya Gjaldstovu, greiddi frá, at við útrokningum eru teir komnir fram til, at tað kostar okkurt um 170 krónur at avgreiða hvørja rokning, alt íroknað. Árliga verða okkurt um 800.000 rokningar sendar, og lætt høvuðrokning sigur tá, at samlaði kostnaðurin liggur um 85 milliónir krónur árliga.
Við nýggja Rokningardepilinum verður gjørligt at spara stóran part av hesum pengum, serliga tað, tað kostar at senda post, umframt tímalønir til at avgreiða rokningar.
Fyri fyritøkur eisini
Hjá stovnunum verður nýggja skipanin integrerað í verandi bókhaldsskipanina. Ásannandi at tað eru nógvar fyritøkur í landinum, ið ikki hava nakra veruliga bókhaldsskipan, hava teir eisini ment ein Rokningarportal, har tað verður gjørligt hjá smærri fyritøkum at móttaka og avgreiða rokningar.
Sostatt verður møguleikin fyri, at bæði stovnar og størri og smærri fyritøkur fara at taka hetta til sín, og harvið spara samfelagnum pening og takaenn eitt stig móti pappírsleysa samfelagnum.